Nær verða føroyingar føddir?
Munandi fleiri føroyingar verða føddir um heystið enn um várið. Flest hava føðingardag tann 23. september, meðan fæst hava føðingardag tann 20. februar. Hetta eru nakrir av teim áhugaverdu upplýsingunum, ið eru skrásettar í landsfólkayvirlitisskránni.
Landsfólkayvirlitisskráin er ein av teim føroysku grundskráunum, sum verður umsitin av Umhvørvisstovuni; og av og á verða ymisk hagtøl av almennum áhuga tikin úr skránni. Tann 8. februar í ár gjørdi Umhvørvisstovan eina støðumynd av, hvørjar dagar í árinum føroyingar eru føddir. Henda dagin vóru 48.186 skrásett at búgva í Føroyum.
Um javnt var býtt, høvdu 132 føroyingar havt føðingardag hvønn dag. Men soleiðis er tað ikki – als ikki. Hagtølini vísa nevniliga, at munandi fleiri føroyingar verða føddir um heystið enn um várið. Flest verða fødd í seinnu helvt av september og fyrru helvt av oktober. Og fæst verða fødd í mars mánaði.
Talvan niðanfyri vísir, at munandi fleiri føroyingar eru føddir í seinna hálvári enn í fyrra:
Fødd | Fødd í % | |
1. jan. – 30. juni | 22.481 | 46,7% |
1. juli – 31. des. | 25.705 | 53,3% |
Næsta myndin vísir, hvussu føðingardagarnir hjá føroyingum býta seg eftir árstíðunum, har stabbarnir vísa talið av føðingardøgum hvønn einstakan dag í árinum.
So mikið stór frávik eru í hesum hagtølunum, at onkrar aðrar orsøkir enn tilvild liggja aftanfyri. Rokna vit t.d. 9 mánaðir aftur frá mars, har fæst verða fødd, svarar hetta til juni mánað. Føroyar eru ein fiskivinnu- og sjómannatjóð, og hesi hagtølini passa væl saman við, at nógvir mans hava verið til skips í juni mánaði.
Rokna vit 9 mánaðir aftur frá tíðarskeiðinum september til fyrru helvt av oktober mánað, har flest verða fødd, so svarar hetta til desember og fyrru helvt av januar mánaði. Og løgið nokk, so er brundtíðin hjá seyði nærum neyvt tann sama – hon gongur frá mánaðarskiftinum november/desember til 6. januar (á trettanda). Ivaleyst kann mangur táttur yrkjast um føroyingar og seyð, tá hesi tíðindi frættast. Hinvegin eru hesi hagtølini ikki í andsøgn til lýsingina av Føroyum sum fiskivinnu- og sjómannatjóð, tí tíðarskeiðið desember og fyrra helvt av januar hevur verið ein tíð, har sjómenn hava verið heima. Væl kann hugsast, at nógvar aðrar frágreiðingar kunnu lýsa hesi hagfrøðiligu fyribrigdini enn betur.
Um hugt verður eftir, hvørjum degi fæst fólk eru fødd er tann 20. februar dagurin, við einans 90 føðingardøgum. Av góðum grundum eru fæst fólk fødd tann 29. februar (27 fólk), men falda vit hetta talið við 4, gevur tað 108, og tað er ov høgt til at koma á topp 10 listan. Áhugavert er annars, at jóladagarnir 24-26. desember allir eru á topp 10 listanum, sum sæst niðanfyri.
Topp 10 listi yvir dagar, har fæst eru fødd
Dagur | Fødd |
29-feb | 27 |
20-feb | 90 |
25-des | 92 |
29-nov | 95 |
13-jan | 97 |
24-des | 100 |
04-apr | 101 |
17-mar | 102 |
26-des | 102 |
01-apr | 103 |
Dagurin, har flest fólk í Føroyum fylla, er tann 23. september. Tá hava ikki minni enn 189 fólk føðingardag, og hetta er væl meira enn dupult so nógv sum 20. februar. Eisini sæst, at 7 av teim 10 døgunum á listanum liggja í tíðarskeiðinum september til fyrru helvt av oktober mánaði.
Topp 10 listi yvir dagar, har flest eru fødd
Dagur | Fødd |
23-sep | 189 |
26-sep | 183 |
04-okt | 183 |
21-aug | 169 |
19-sep | 168 |
30-sep | 167 |
02-okt | 167 < |