Munandi harðari revsing fyri oljudálking
Tað kann vera dýrt at dálka sjógvin við olju. Løgtingið samtykti hin 11. mai 2011 einmælt munandi størri bøtur fyri oljudálking á sjónum
Oljudálking á sjónum er ein stórur afturvendandi trupulleiki. Í royndini at avmarka oljudálking hevur løgtingið samtykt at hækka bøturnar fyri oljudálking munandi. Tær mongu oljudálkingarnar benda á eina alt ov stóra líkasælu hjá teimum, sum fáast við bunkring og líknandi virksemi umborð á skipum. Harðari revsing fyri oljudálking verður mett sum eitt týðandi amboð fyri at ávirka hugburðin til oljudálking á sjónum, og er ætlanin við hækkaðu bótunum at minka um henda trupulleika.
Bøtur munandi hækkaðar
Sambært lógarbroytingini skal ein oljudálking upp á 50 litrar geva 25.000 kr. í bót, 500 litrar 150.000 kr. og 1.000 litrar 250.000 kr. í bót. Er nøgdin oman fyri 1.000 litrar, verður bótin hækkað við støði í bótini fyri 1.000 litrar. Sí mynd niðanfyri.
Talan er um eina munandi hækking. Fyri eina oljudálking uppá 500 litrar er bótin farin úr 25.000 upp í 150.000 kr, ella ein seksfalding. Fyri oljudálking uppá 5.000 litrar er bótin farin úr uml. 70.000 upp í 1.050.000 kr. ella ein fimtanfalding.
Umhvørvisstovan gav í 2010 átta bøtur fyri oljudálking. Hesar vóru úr 2.500 til 70.000 kr. fyri oljudálkingar millum 50 og 5.000 litrar. Tilsamans vórðu givnar bøtur uppá 234.000 kr. Við núverandi bótastøddum høvdu samlaðu bøturnar í fjør verið uppá knappar 2,4 mió. kr.
Talvan vísur munin við lógarbroytingini.
Bót fyri vantandi fráboðan
Umframt bót fyri at dálka sjógvin og strondina við olju, kann nú roknast við bót fyri brot á fráboðanarskylduna, um dálkarin ikki boðar MRCC frá.
Ein annar trupulleiki við oljudálkingum er, at tær ofta verða fráboðaðar ov seint ella als ikki fráboðaðar. Verður ein oljudálking fráboðað beinan vegin, er størri møguleiki at byrgja oljuna inni og taka hana upp áðrenn hon sleppur at breiða seg og gera skaða.
Løgtingið hevur nú eisini samtykt, at bót kann gevast við sektaruppskoti um oljudálking ikki verður fráboðað. Øll hava skyldu at boða frá oljudálking á sjónum til MRCC Tórshavn. Dálkarin sjálvur er oftast hann, ið fyrst varnast dálkingina. Tí skal hann beinanvegin boða MRCC Tórshavn frá.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost sunip@us.fo