Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

MTB kapping í Hoydølum

Leygardagin 26. mars verður kappast í fjallasúkking. Kappingin er fyri unglingar og vaksin

Leygardagin 26. mars kl. 14 verður kappast í fjallasúkkling, og tað er vakra økið kring Føroya Studentaskúla, ið verður karmur um kappingina.

Meðan tey vaksnu koyra 40 km, koyra unglingar 20 km. Teinurin verður á gøtunum yvir móti Boðanesi og á gøtunum inni í viðarlundini. Startur og mál verður við fimleikahøllina hjá Føroya Studentaskúla.

Allir luttakarar skulu møta kl. 13.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.