Mowi á Strondum fingið umhvørvisgóðkenning
Kryvjivirkið hjá P/F Mowi Faroes á Strondum hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Virkið tekur ímóti og kryvur aldan laks. Framleiðslan verður í fyrstu atløgu ísaður laksur. Slógvið verður gjørt til súrløgu og sent til móttakara, sum hevur góðkenning at taka ímóti súrløgu.
Í viðgerðini av umhvørvisviðurskiftunum er dentur lagdur á at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, royki, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum og ásettu treytirnar eru grundaðar á, at virkið í mesta lagi kann taka ímóti umleið 100 tonsum av rávøru um dagin, ella uml. 22.000 tonsum um árið.
- Góðkenningina finnur tú her
- Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo