Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Motorsúkklur í haganum

Koyring við motorsúkklum í haganum geva greflig arr í náttúruna

At koyra motorsúkklu í haganum er óivað bæði stuttligt og spennandi. Men tíanverri fer slík koyring sera illa við haganum. Lendið hevur langa tíð um at koma fyri seg, og grefligu arrini í lendinum síggjast í áravís. Eisini órógvar slík koyring náttúruna og styggir fuglin.

Slík skilaleys koyring er brot á náttúrufriðingarlógina og tí revsiverd.

Neyðugt er at fáa skipað viðurskifti fyri koyring við motorsúkklum og øðrum motorakførum. Helst er tørvur á at gera breytir til motorsúkklur o.a. at koyra á.

Á alnótini finnast nógvar upptøkur, sum vísa skilaleysa og ólógliga koyring í haganum.

Her er eitt dømi: https://www.youtube.com/watch?v=ochsB18oUDI (upptøkan er tikin av youtube, eftir at tíðindini vórðu løgd út)
  
 Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo