Minst til tóma ílatið
Nú Ólavsøkan stendur fyri er vert at hava í huga, at pant fæst bæði fyri glasfløskur og fyri eina røð av einnýtisíløtum.
Tjóðarhátíðin hevur á hvørjum árið við sær nógvar fløskur í havnargøtum. Nú eru eisini nógv einnýtisíløt at síggja, so umráðandi er eisini at hugsa um hesi.
Pant er á nógvum íløtum
Tey flestu vita, at pant er á dósum og fløskum til øl og sodavatn men tað eru kanska ikki øll sum vita, at pant er eisini á bleytu plastfløskunum við vatn og mineralvatn, liðugt blandaðari saft, cider, orku- og ítróttadrykkir, íste, ískaffi og punch. Pantið er galdandi fyri hesar drykkir í íløtum úr glasi, plasti og metalli.
Nógvir pengar
Tað er fitt av peningi í tómum fløskum og einnýtisíløtum. Minstumørkini fyri pantið eru:
1,25 krónur fyri endurfyllingaríløt 0,5 litur ella minni
3,75 krónur fyri endurfyllingaríløt yvir 0,5 litur
2,00 krónur fyri einnýtisíløt 0,5 litur ella minni
4,00 krónur fyri einnýtisíløt yvir 0,5 litur.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar um pantskipa og einnýtisíløt er tú vælkomin at venda tær til Eyð Eidesgaard á Umhvørvisstovuni, telefon 342400