Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Minst til pantið

Sama upphædd fyri pant, sum verður kravd, tá vøra verður seld, skal latast aftur, tá tómu íløtini verða latin inn aftur

Sambært kunngerð er pantið, sum skal krevjast við sølu og og latast aftur við móttøku av einnýtisíløtum hetta:

– 0,5 litur ella minni  Kr. 2,00 við MVG
– størri enn 0,5 litur  Kr. 4,00 við MVG

Fyri endurfyllingaríløt eru upphæddirnar hesar:

– 0,5 litur ella minni  Kr. 1,25 við MVG
– størri enn 0,5 litur  Kr. 3,75 við MVG

Tann, sum selur drykkir í einnýtisíløtum, hevur skyldu til at taka ímóti tómu íløtunum, eins og tað sambært lógini er ein skylda at krevja pant við sølu og at lata pant, tá nevndu íløt verða latin inn aftur. Støddin á pantinum er ásett í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant.

2,9 mió. kr í óútgoldnum panti
Tóm íløt, sum ikki verða latin inn aftur, tyngja okkara burturkastskipan óneyðugt ella liggja og sløðast í náttúruni, í staðin fyri at verða endurvunnin. Í 2009 vóru tað væl omanfyri 1, 3 mió. einnýtisíløt, sum ikki vórðu latin inn aftur. Harvið liggja góðar 2,9 mió. kr eftir í óútgoldnum panti hjá teimum, sum hava loyvi at innflyta og selja drykkir í einnýtisíløtum.

Tøl og talvur um einnýtisíløt.

Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon  342400, ella t-post johannao@us.fo