Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Minst til at boða frá rottu

Hjálp okkum at sleppa av við rottuna í vetur.

Nú veturin nærkast, og tað gerst kaldari, dámar okkum at sita inni í hitanum við einum góðum bita. Somuleiðis er hjá rottu. Rotta sæst oftari um veturin, tí hon verður drigin at hitanum og vónini um at finna ein góðan bita.

Tað er tí av alstórum týdningi at boða kommununi frá, um tú sært rottu ella tekin um rottu. Tekin kunnu millum annað vera ramur luktur, farvegir, holur kring hús og kloakkir og gníst ella skavan innandura. Ert tú í iva, er betri at boða frá, enn at lata vera.

Tá ein kommuna fær fráboðan um rottu, skal hon skjótast gjørligt kanna málið og týna rottuna.

heitir Umhvørvisstovan á øll, um beinan vegin at boða avvarðandi kommunu frá, um ein sær rottu ella farveg eftir henni.

Hevur tú spurningar um rottu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk á telefon 342449 ella á teldupost biritak@us.fo.