Minka um CO2 útlátið
Hóskvøldið 27. august 2009, kl. 19.30 verður Norðurlandahúsið karmur um spennandi tiltak um orkusparing. Tiltakið er ókeypis, so tað ræður um at koma niðan í Norðurlandahúsið í góðari tíð
Kom niðan í Norðurlandahúsið og fá góð ráð um, hvussu tú kanst minka um CO2 útlátið í tínum dagligu gerðum og samstundis spara pening. Tað verður lívstílsserfrøðingurin Christine Feldthaus, sum vit eisini kenna frá DR1 sendingini Kender du typen, sum við sínum eyðkenda og lætta lyndi fer at greiða frá, hvussu hon hevur minka um CO2 útlátið við 35%’um.
Eisini verður ein forvitnisligur umhvørvis-stuttfilmur sýndur, sum tekur støði í gerandisdegnum hjá tveimum føroyingum. Tað er filmsverkstovan Klippfisk, sum hevur framleitt filmin.
Harafturat hevur SEV eina framsýning, sum lýsur el-nýtsluna í dagligdegnum, umframt at tilfar um orkusparing frá kappingini millum 7. flokkar verður víst fram.
Landstýriskvinnan við umhvørvismálum Annika Olsen leggur út við at bjóða vælkomin.
Tað eru Umhvørvisstovan, Tórshavnar kommuna, SEV og Agenda 21 stovan, sum saman skipa fyri tiltakinum.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. nr. 34 24 00, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.