Meira CO2 – men eisini meira grøn!
Vaksandi oljunýtsla í ídnaðinum og hjá útlendskum fiskiskipum, umframt økt ferðsla eru høvuðsorsøkir til, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi vaks 4 % í 2014. Vøksturin hevði verið størri, um hann ikki varð tálmaður av øktari vindorku á elnetinum.
Góða gongdin við minkandi oljunýtslu hjá húsarhaldum, stendur við. Húsarhald brúka alsamt minni av olju til upphiting. Nýtslan, sum í fjør var 5% minni enn í 2013, hevur ikki verið lægri í nýggjari tíð. Høvuðsorsøkin til fallið er uttan iva lýggja veðrið í fjør. Hinvegin er tað hitapumpur og betri bjálving, sum eru orsøkirnar til, at føroysk húsarhald seinastu nógvu árini brúka alsamt minni av olju til upphiting.
Uppgerðin vísir annars eisini, at føroyska samfelagi í aðrar mátar dúvar meira upp á varandi orku. Fyrst og fremst av tí, at SEV í fjør brúkti 15% minni av olju til streymframleiðslu, enn undanfarna ár. Her eiga vindmyllurnar í Neshaga og í Húsahaga sín týðandi lut í. Útbyggingar, sum SEV nýliga hevur gjørt innan vatnorku, hava eisini gjørt mun. Úrslitið sæst aftur sum minni útlát av vakstrarhúsgassi.
Tølini fyri 2014 vísa eisini økta oljunýtslu hjá skipum, serliga útlendskum (á leið 10.000 tons meira). Føroysk fiskiskip bunkraðu á leið 5.000 tons meira í fjør enn í 2013. Nótaskipini eiga meginpartin av vøkstrinum.
Økt vinnuligt virksemi á landi innan fiskaaling og framleiðslu av fiskamjøli økti somuleiðis um oljunýtsluna. Hóast økt ídnaðarligt virksemi elvur til størri útlát av vakstrarhúsgass, so mugu vit fegnast um meira virksemi í landinum. Stóra avbjóðingin hjá vinnuni er at vaksa uttan at økja um oljunýtsluna.
Hinvegin er lítið at fegnast um økta útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum. Í fjør vaks talið av bilum við meira enn 800 akførum, herav 600 persónsbilum, og sæst tað aftur sum ein økt søla av dieselolju og harvið eisini økt útlát av vakstrarhúsgassi. Betri tíðir hava helst gjørt sítt til, at fólk í størri mun fáa sær egnan bil, og ofta hevur hvørt húsarhald meira enn ein bil. Í Føroyum er tað eisini so, at stórir og tungir bilar eru rættiliga bíligir, meðan smáir og lættir bilar eru lutfalsliga dýrir. Ein orsøk til hetta er gjøldini í avgjaldsskipanini fyri innflutning av bilum.
Hygg inn á heimasíðu okkara og les meira um uppgerðina av vakstrarhúsgassi fyri 2014

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo
Keldur:
Sev.fo (Tíðindi 24-04-15)
Hagstovan.fo