Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Matrikulgjøldini eru hækkaði.

Frá fríggjadegnum 13. februar 2009 at rokna, eru øll matrikulgjøld hækkaði. Hetta er fyrsta dagføring av matrikulgjøldunum síðan 1993.

Føroysku matrikulgjøldini hava ikki verið dagførd í 17 ár.

Tá fíggjarnevnd løgtingsins viðgjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2009 varð avgjørt, at matrikulgjøldini skuldu hækka munandi. Hetta er í tráð við ynskini hjá Umhvørvisstovuni og Innlendismálaráðnum.

Umhvørvisstovan fyrireikaði málið á tann hátt, at ein samanberandi kanning varð gjørd av norðurlendsku matrikulgjøldunum. Henda kanning vísti, at føroysku gjøldini vóru nógv tey lægstu í norðanlondum. Sakligt grundarlag var sostatt fyri eini munandi hækking. Nýggju matrikulgjøldini eru eitt sindur lægri enn miðal, sæð í mun til gjøldini í hinum norðanlondum.

Matrikulgjøldini eru nú ásett í kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009, og hava gildi frá fríggjadegnum 13. februar 2009 at rokna. Hetta merkir, at allar matrikulerar umsóknir eins og umbønir um kort v.m., ið innkomnar eru frá hesum degi, verða avgreiddar eftir teimum nýggju gjøldunum. Umsóknir, ið eru innkomnar áðrenn 13. februar 2009, verða avgreiddar eftir teimum gomlu gjøldunum.

 

Kunngerðin um gjøld eftir matrikullógini kann lesast her.