Manntalslistin 2014
Landsfólkayvirlitið ger á hvørjum ári ein manntalslista, ið vísir, hvussu nógv fólk eru búsitandi í Føroyum
Landsfólkayvirlitið skrásetur og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal og útfrá hesum upplýsingum verður m.a. ein sonevndur manntalslisti gjørdur árliga fyri Føroyar.
Manntalslistin vísur gongdina í fólkatalinum í kommununum og eisini í ymisku bygdunum í kommununum. Í høvuðsheitum kann sigast, at fólkatalið í Føroyum hækkar.
Ítøkiliga hækkaði fólkatalið úr 48.171 til 48.714, tvs. við 543 fólkum. Í 2014 vórðu 633 børn fødd og 391 andlát skrásett, tvs. eitt burðaravlop á 242.
Her ber til at taka niður Manntalslistan 2014