Málingaframleiðsla umhvørvisgóðkend
Málingaframleiðslan hjá Sp/f Kveik á Strondum hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning.
Málingaverksmiðjan á Strondum hevur áður havt umhvørvisgóðkenning, og eftir at Sp/f Kveik keypti verksmiðjuna, er umhvørvisgóðkenningin endurnýggjað.
Í nýggju góðkenningin er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka dálking av luft, havi og jørð og meginregluna um nýtslu og burturbeining. Dentur er eisini lagdur á, at vandin fyri óhappum, sum kunnu hava dálking við sær, skal minkast mest møguligt.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 19. juli 2011.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgerða á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo