Magn setur seks vindmyllur í Flatnahaga
P/F Magn ætlar at seta seks vindmyllur upp í Flatnahaga. Vindmyllurnar fara at standa vestan fyri landsvegin, vestan og sunnan fyri Bøllureyn.
Hæddin á vindmyllutornunum er 78 m, veingjabreiðið er 82 m og samlaða hæddin er 119 m. Vindmyllurnar kunnu framleiða upp til 3 MW hvør, samanlagt 18 MW. Myllurnar kunnu framleiða, tá vindferðin er millum 2,5 m/s og 34 m/s.
Elveitingarlógini ásetir, at felag, sum ætlar at framleiða el, skal gera eina umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn tað fær loyvi til elframleiðslu. Árinsmetingin viðgerð árin á umhvørvið, plantur og djór, umframt at mett verður um skuggakast og óljóð frá vindmyllulundini. Eisini eru eftirgjørdar myndir, sum vísa, hvussu vindmyllurnar síggjast í lendinum.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og sæst hon her
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringarfreistin er 18. desember 2019. Viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo