Lýsing av viðarvøkstri í Føroyum
Nú er listi tøkur, sum gevur tær upplýsingar um, hvussu ymiskur viðarvøkstur trívst her á landi.
Umhvørvisstovan – Viðarvøkstur og frílendi, hevur í eina tíð havt í umbúna at geva eitt yvirlit út, sum stuttorðað greiðir frá royndunum við tí viðarvøkstri, ið arbeitt hevur verið við seinastu áratíggjuni.
Íalt eru omanfyri 460 ymisk plantusløg og avbrigdi umrødd á listanum, soleiðis sum hann er tøkur nú. Lýsingin er ikki fullfíggjað, men er ætlað sum ein stuttorðað leiðbeining, ið tekur støði í samlaðu royndunum av plantunum yvir eitt longri tíðarbil; bæði á Gróðurstøðini í Mið Hoydølum, í viðarlundunum, men eisini í ymsum gørðum kring landið.
Umframt lýsingina í orðum, er somuleiðis eitt talmerkt viðmæli av hvørjum vøkstri sær við á hesum listanum. Viðmælið er eitt samanumtikið skotsmál, víst í talvirðunum: -1 = vrakað, 0 = lítið roynd, 1 = trívst vánaliga, 2 = trívst hampiliga væl, 3 = trívst frálíka væl, soleiðis at lesarin vónandi lættari fær gjørt sær eina meting av tí tilfari, hann leitar eftir.
Listin er í núverandi líki í pdf-sniði at heinta her og annars framyvir eisini frá hesi síðu. Leitað kann verða í hesum listanum eftir ávísum orðingum, nøvnum o.tíl. Ætlanin er, at kunningin, ið er savnað á hesum listanum, seinni skal verða grundarlag undir einum dátugrunni, har viðskiftafólk kunnu leita sær upplýsingar beinleiðis um ávís plantusløg, nýtslu av teimum, myndir o.s.fr.
Slík kunning verður ongantíð fullfíggjað, tí nýggj vitan legst til við tíðini. Eisini eru nógv viðskiftafólk kring landið, ið hava drúgvar royndir við ymsum viðarvøkstri í teirra gørðum o.tíl. Teimum frætta vit fegin frá, um tey hava viðmerkingar, ið kunnu dugna dygdini á hesum listanum. Vónin er nevniliga, at umstøður verða til at halda listan so dagførdan, sum gjørligt.
Tað er Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, ið hevur skrivað yvirlitið í samstarvi við Rakul Dam Lindberg, røktarleiðara á Gróðurstøðini. Orðafragd, við Marjun Arge Simonsen, hevur veitt málfrøðiliga ráðgeving.
Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.