Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Loyvi til aftursøkking

Hin 24. september 2010 fekk Tórshavnar havn loyvi at aftursøkkja 1.000 m3 av tilfari millum Stong og Eystnes

Í sambandi við dýping út fyri Tinganesi, hevur Umhvørvisstovan givið loyvi til, at umleið 1.000 m3 av sandi, móru og øðrum leysum tilfari verður aftursøkt millum Stong og Eystnes. Harafturat er ætlanin at spreingja umleið 4.000 m3 av gróti, sum í leysum máti blíva umleið 6.300 m3. Grótið verður søkt út fyri bátahylin á Argjum fyri at minka um uppgangin við bátahylin.
Kanningar av dálkandi evnum í botntilfari á Havnarvág, sum vórðu gjørdar í 2002 og 2008 eru brúktar at meta um tilfarið. Kanningarnar vísa, at tilfarið kann aftursøkkjast uttan vanda fyri dálking.
Í 2007/2008 vórðu umleið 110.000 m3 av tilfari frá dýping á Oyrareingjum søktir millum Stong og Eystnes. Kanningar á sumri í 2008 vístu, at einki av hesum tilfari var at finna á botni á staðnum. Tað merkir, at sandur, móra og annað fínt tilfar, sum verður søkt millum Stong og Eystnes, skjótt verður ført burtur við rákinum. 

Aftursøkkingarloyvi kann lesast her

Almenna lýsingin av loyvinum hjá Tórshavnar Havn er her

Les meira um aftursøkking her 

Góðkenningin kann kærast

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur, og er úti mánadagin 25. oktober 2010. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir.

Les meira um at kæra her.

  

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo