Loyvi til aftursøkking
Hin 21. juni 2016 fekk Kvívíkar kommuna loyvi at aftursøkkja umleið 4.000 m3 av tilfari norðan fyri bátahylin á Válinum.

Í sambandi við, at Kvívíkar kommuna tekur umleið 4.000 m3 av sandi upp úr bátahylinum á Válinum, hevur Umhvørvisstovan givið kommununi loyvið til at aftursøkkja tilfarið norðan fyri bátahylin.
Í loyvinum eru m.a. treytir um, at kommunan skal fylgja við, um sandurin verður liggjandi á staðnum, og um, at kommunan skal seta bøtandi atgerðir í verk, um ampar standast av aftursøkkingini.
Umhvørvisstovan hevur ikki orsøk til at halda, at sandurin inniheldur dálkandi evni, og tí verður ikki sett krav um at gera kanningar av sandinum.
- Aftursøkkingarloyvið er her
- Almenna lýsingin av loyvinum hjá Kvívíkar kommunu er her
- Les meira um aftursøkking her
Góðkenningin kann kærast
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur, og er úti mikudagin 20. juli 2016. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Møgulig kæra skal sendast til:
Umhvørvisstovuna,
Traðagøta 38,
FO-165 Argir.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo