Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Loyvi givið til at søkkja bát til kavingarendamál

Umhvørvisstovan hevur hin 30. november 2015 veitt loyvi til, at ein útróðrarbátur úr timbri verður settur niður á botn á Borðoyarvík til frítíðarkavarar at kava niður á.

Søkking av skipum er bannað sambært havumhvørvislógini og altjóða lóg, um endamálið er burturbeining.
Hin vegin er loyvt at seta ella byggja eitthvørt á havbotninum til ávíst endamál. Í hesum sambandi kann eitt skip, sum annars skuldi verið burturbeint, nýtast í staðin fyri annað tilfar, treytað av, at tað ikki førir dálking ella hevur annan skaða á náttúru og umhvørvi við sær.

Í loyvinum eru m.a. treytir um, at alt dálkandi tilfar verður tikið av skipinum áðrenn tað verður søkt, at loyvishavin skal tryggja og hava eftirlit við, at skipið verður liggjandi, at loyvishavin skal taka møguligar vraklutir upp, og av skipið verður tikið upp og burturbeint, um óvæntað dálking, ampar ella skaði stendst av tí, ella um skipið ikki verður brúkt til ætlaða endamálið.

Loyvi sæst her.

Almenna lýsingin

 

Loyvið kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra loyvið til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 30. desember 2015.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna Petersen, telefon 342400 ella us@us.fo