Lógin um tinglýsingaravgjald broytt
Føroya Løgting hevur samtykt at gera ymiskar broytingar í tinglýsingarkostnaðinum
Lógarbroytingin hevur við sær, at tinglýsingargjaldið er hækkað úr kr. 100 upp í kr. 1000. Somuleiðis er framd ein onnur lógarbroyting sum hevur við sær, at veðbrøv við meira skulu rinda eitt hálvt prosent av veðtryggjaðaðu upphæddini í tinglýsingaravgjaldi. Hetta merkir, at veðbrøv nú verða javnsett við ognarheimildarskjøl (t.d. skeyti) í sambandi við útrokningina av tinglýsingaravgjaldinum.
Lógarbroytingin er ein partur í ætlanini hjá landsstýrinum at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landinum. Broytingin verður mett at geva landsstýrinum eina meirinntøku uppá 14 milliónir krónur um árið.
Einfalt og líka fyri øll
Broytingin hevur við sær, at tinglýsingaravgjald á veði og øðrum í fastari ogn og leysafæ verður 0,5 % av veðtryggjaðu upphæddini.
Áðrenn 1. juni 2008 hava veðbrøv og annað líknandi nevniliga ikki rindað landskassanum avgjald í samband við tinglýsing, men bert tinglýsingargjaldið á kr. 100.
Men ognarheimildarskjøl, sum eitt nú skeyti, hava hinvegin verið áløgd eitt hálvt prosent í tinglýsingaravgjaldi.
Tinglýsingaravgjald bara einaferð
Øll nýggj veðbrøv skulu nú rinda tinglýsingaravgjald. Tað hevur við sær, at eisini nýggj veðbrøv í sambandi við lánsumleggingar skulu gjalda tinglýsingaravgjald.
Tað verður gjørt við, at avgjald verður goldið av muninum millum restskuldina í tí gamla veðbrævinum og tí nýggja veðbrævinum.
Men avgjald verður bara tikið einaferð av einari vegtryggjaðari upphædd. Tað vil siga, at bæði debitorar og kreditorar kunnu skifta uttan eyka avgjald.
Rættarveð, eitt nú úttøka, er ikki fevnt av tinglýsingaravgjaldinum.
Tinglýsingargjald og tinglýsingaravgjald
Tinglýsingargjøldini eru ásett í tveimum lógum. Tinglýsingargjaldið á kr. 1000,- í løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 10. juni 2008. Tinglýsingaravgjaldið á ½ % av veðtryggjaðu upphæddini er ásett í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008.
Tinglýsingargjaldið er hækkað úr kr. 100,- upp í kr. 1000,- frá 23. apríl 2008 at rokna. Men víðkanin av tinglýsingaravgjaldinum, til eisini at fevna um veðbrøv o.t. er galdandi frá 1. juni 2008.
Vilt tú vita meira tinglýsingaravgjøld er tú vælkomin at venda tær til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.