Lívfiskaalistøð umhvørvisgóðkend
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent lívfiskastøðina hjá P/F Fiskaaling í Skopun.
Virksemið á lívfiskastøðini er at framleiða lívfisk. Fiskaaling fær rogn, hesi verða klakt við Áir og verða síðani send til lívfiskastøðina í Skopun.
Laksurin kemur á lívfiskastøðina, tá hann er sjóbúgvin, og gongur í kørum og brunnum til hann eru búgvin.
Allur sjógvur og vatn frá støðini verður leitt út í lokaðum røri út á fjørðin.
Undir viðgerðini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at innaneftirlit, umhvørvisstýriskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum og at umhvørvisliga best tøka tøknin (BAT) í størst møguligan mun verður nýtt.
Hvat er BAT? Hugtakið BAT (sum er stytting fyri Best Available Techniques ella á føroyskum: besta tøka tøknin) er at skilja sum mest framkomnu framleiðsluhættir, tilgongdir og rakstrarmannagongdir, sum til einhvørja tíð eru mest munadyggar fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ávísari vinnugrein ella ávísum virksemi. Hugtakið fevnir ikki bert um tøkniligar loysnir, men eisini um t.d. nútímans framleiðsluhættir, nýtslu av minni dálkandi rávørum, avmarking av burturkasti, endurnýstlu og endurvinning, umframt nýtslu av rávørum og orku. Ein treyt fyri at koma undir hugtakið er eisini, at tøknin er roynd og tøk á marknaðinum fyri rímiligan kostnað. |
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 28. juni 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo