Lítil og eingin møguleiki fyri at náa málunum í Veðurlagspolitikkunum
Veðurlagspolitikkur Føroya, sum varð einmælt samtyktur av løgtinginum í 2009, sigur, at Føroyar skulu skerja útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005. Vit hava gjørt støðuna upp.
Samlaða útlátið – mál: 20% minking
Nógv restar í fyrr enn Føroyar kunnu náa málinum um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi 20 % innan 2020. Sum myndin niðanfyri vísir, eru vit einans komin 3 % á leið ímóti 20 % málinum.
Í roynd og veru er tað einans upphiting av húsarhaldum og elframleiðslan hjá SEV sum gongur rættan vegin. Fyri hesar bólkar eru eisini góðar orsøkir til at halda, at góða gongdin heldur fram, ella í øllum føri ikki fer at versna munandi aftur.
Útlátið frá hinum útlátsbólkunum, serliga fiskiskipum, men eisini akførum, brennistøðum og ídnaði, fylgja búskaparligu gongdini í samfelagnum: útláti veksur í góðum tíðum og minkar tá tíðirnar versna. Tað sæst aftur í útlátstølunum, at tíðirnar júst nú eru góðar.
Húsarhald – mál: 50 % minking
Veðrið hevur stóran týdning fyri, hvussu stórt útlátið frá húsarhaldum er. Er tað kalt í veðrinum, sum tað var í 2010 og 2015, sæst munandi vøkstur í útlátinum. Tí kann sigast, at útlátið av vakstrarhúsgassi, sum stavar frá upphiting av bygningum, sum heild er fallandi. Orsøkirnar til hetta eru bjálving, økt tal av hitapumpum og skifti til effektivari oljufýr.
Við støði í útlátinum í seinnu árini, restar ein 30-35 % minking í at náa 50 % málinum.
Við núverandi gongd, náa vit ikki málinum.
SEV
Í 2014 og í 2015 gekk rættan veg, tí hesi árini komu ávikavist 51 og 60 % av orkuni frá varandi orkukeldum. Sostatt resta nú einans 15 % í at fáa 75 % av elframleiðsluni at stava frá varandi orkukeldum.
Myndin til vinstru vísir samlaðu elframleiðsluna í Føroyum 2005-2015 og hvør orkukeldan er. Myndin til høgru vísir, hvussu stórur prosentpartur av samlaðu elframleiðsluni í Føroyum stavar frá varandi orkukeldum, árini 2005-2015.
Veðurlagspolitikkurin hevur eisini mál fyri útlát frá akførum og umrøður eisini fiskiskip. Les meira í nýggju støðufrágreiðingi um Veðurlagspolitikk Føroya,
Les meira her
- Tíðindi um uppgerðina av vakstrarhúsgassi,
- Frágreiðing um uppgerð av útlátið av vakstrarhúsgassi, 1990-2015,
- Veðurlagspolitikkur Føroya – um at skerja útlátið av vakstarhúsgassi
- Skjótt syftir seiðir og tunga takið – virkisætlan at minka útlátið av vakstrarhúsgassi
Hygg inn á heimasíðu okkara og les meira um uppgerðina av vakstrarhúsgassi fyri 2015
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo