Lítið dioxin í seyði, sum er nær við brennistøð
Strong krøv verða sett til útlát av dioxini frá føroysku brennistøðunum. Í 2006 fingu brennistøðirnar krav um at reinsa roykin fyri dioxin. Harafturat verða árligar kanningar gjørdar av dioxini í seyði. Kanningarnar vísa, at innihaldið av dioxini í seyði liggur undir markvirðinum.
Dioxin er heiti á einum bólki av eiturevnum, sum stava frá brenning av lívrunnum evnum saman við klori. Dioxin er sera eitrandi, og kann hópa seg upp í umhvørvinum. Tá føroysku brennistøðirnar í 2006 fingu nýggjar umhvørvisgóðkenningar, vórðu treytir settar, sum skulu forða fyri, at dioxin verður leitt út í umhvørvið. Roykurin frá brennistøðunum verður reinsaður fyri m.a. dioxin, áðrenn hann verður sleptur út í umhvørvið. Øskan frá brennistøðunum verður flutt av landinum til Noregs, har hon verður tyrvd á serligum tyrvingarplássum.
Fyri at fylgja við dálkingini frá brennistøðunum, verða kanningar av dioxini á hvørjum ári gjørdar av roykinum frá brennistøðunum og av seyði, ið gongur nærhendis brennistøðunum. Eisini verða kanningar gjørdar til samanberingar av seyði, ið ganga á økjum langt frá brennistøðunum. Kanningarnar vísa at innihaldið er undir markvirðið fyri dioxin.
Myndin niðanfyri vísir innihaldið av dioxini í lombum og óm úr Leirvík, Hoyvík og av samanberingarøkjum tíðarskeiðið 1991 til 2009.
Kanningar av dioxini í íslendskum seyði, sum hevði gingið í Engidali í Skutulsfirði, vístu herfyri, at summir seyðir í økinum høvdu eitt innihald av dioxini, sum var omanfyri markvirðið. Økið, har seyðurin hevur gingið, er í einum væl vardum dali við lítlum luftskifti. Mett verður, at dioxinið stavar frá einari brennistøð í økinum, sum fyri kortum er latin aftur. Sambært íslendskum myndugleikum er eingin orsøk til at halda, at seyður aðrastaðni í Íslandi er dálkaður við dioxini.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo