Leivdir frá fletting
Vil, vembur, bein og aðrar leivdir frá fletting skulu burturbeinast á skynsaman hátt
Nú heystfjøllini verða gingin, fer Umhvørvisstovan at minna á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt, og ikki tveitast í ánna, fjøruna ella haganum. Henda dálking av umhvørvinum sær ótespilig út, gevur ringan lukt, og kann verða atvold til smittu.
Leivdir frá fletting, sum ikki eru rætt burturbeindar, men bert tveittar út í ánna.
Heitt verður á fólk um at beina leivdir frá fletting og slakti í bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta endamál, ella í bingjur til vanligt húsarhaldsburturkast (at brenna).
Ikki grava niður!
Tað er bannað at grava niður leivdir frá flettingini. Í serligum førum ber til at fáa undantaksloyvi, og tá skal umsókn sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Sí heimsíðuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har tú eisini finnur eitt serligt tema um Heystið.
Les um at gagnnýta skinn o.a. á heimsíðuni hjá IRF.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.