Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Leivdir frá fletting

Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivdir frá fletting, sum ikki verða gagnnýtt, skulu burturbeinast á skynsaman hátt

Leivdir frá fletting skulu ikki at verða beindar í á, fjøru ella haga. Henda dálking av umhvørvinum kann ofta síggja ótespilig út, geva ringan lukt og verða atvold til smittu.

Leivdir frá fletting, sum ikki eru rætt burturbeindar, men bert tveittar út í ánna. 

Heitt verður á fólk um at beina tær leivdir frá fletting og slakti, ið ikki verða gagnnýttar, í bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta endamálið.
Í hesar bingjur kann eisini annað lívrunnið tilfar latast í, tað veri seg slógv, fjaðrar, og annað.

Alt lívrunnið sláturburturkast skal í burturkastskipanina

Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá flettingini. Sambært kunngerðini skal alt djóraburturkast frá slátri samlast saman í serligar bingjur til endamálið á góðkendum stað og burturbeinast á góðkendum brennistøðum.

Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum umsitur ásetingarnar í kunngerð nr. 99 frá 20. novembur 2006 um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna.

Á heimsíðu síni, hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt eitt serligt tema um Heystið

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Jóhonnu Olsen, deildarleiðara, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.