“Leiðin til MINNI RUSK”
Nýtt skúlatilfar at minka um burturkast, ætlað fólkaskúla-næmingum, er útgivið í samstarvi millum Nám og Umhvørvisstovuna.
Tað, sum vit keypa í dag, er burturkast í morgin. Norðurlendskar kanningar benda á, at broyta vit ikki framleiðslu- og brúkaraatburð, hava vit í 2030 tvífalt so nógv burturkast sum í dag. Í Føroyum skilja vit eisini burturkast, og brúka nakað av tí umaftur. Men hetta er ikki nóg mikið. Burturkast skal fyribyrgjast, soleiðis at minni verður til av tí.
Tað er týdningarmikið, at vit í størri mun styrkja okkara medvit at fyribyrgja burturkasti, og at stuðla burðardyggari nýtslu, eisini í skúlanum. Tí hevur Norðurlendska ráðharraráðið tikið stig til at gera undirvísingartilfar um evnið at minka um burturkastið. Í Føroyum hava NÁM og Umhvørvisstovan luttikið í arbeiðinum.
LÆRUTILFAR OG NÆMINGAHEFTI
Tilfarið, sum nú er komið út, ber heitið “Leiðin til MINNI RUSK”. Talan er um eitt næmingahefti og eitt lærarahefti, har tað seinna er ein hugsskotaskrá til frálæru í náttúru og tøkni við fýra temum um at minka um burturkastið. Temuni eru: matur, klæði, elektronikkur og burturkast yvirhøvur
Tilfarið er at finna á snar.fo/minnirusk
Og á heimasíðuni norden.org:
• Leiðin til minni rusk: Næmingahefti
• Leiðin til minni rusk: Læraravegleiðing
Vón okkara er, at skúlar og lærarar, heldur enn at útskrivað tilfarið, í staðin velja at brúka tað á teldlum ella kanska prenta nøkur flokssett í góðari góðsku, sum so kunnu endurnýtast. Harvið eisini minni rusk! Tað er at fylgja andanum í nýggja undirvísingartilfarinum.
Umhvørvisstovan hevur tillagað tekstin til føroysk viðurskifti, umframt at standa fyri verkætlanini sum heild, meðan NÁM hevur staðið fyri at týða tekstin til føroyskt og leggja hann á eina undirsíðu á SNAR.
“Leiðin til MINNI RUSK” er eisini givið út á íslendskum, norskum, svenskum og finskum. Tað er tí eitt hugskot, at lærarar, sum skulu læra næmingar annað norðurlendsk mál, kunnu brúka júst hetta tilfarið til tað.
UM NORÐURLENDSKA RÁÐHARRARÁÐIÐ
Norðurlendska Ráðharraráðið er almenna samstarvið, sum er millum norðurlond. Yvirskipaðu ábyrgdina fyri norðurlendska samstarvinum hava forsætisráðharrarnir. Til gerandis er ábyrgdin løgd út til samstarvsráðharrarnar í hvørjum norðurlandi at umsita. Norðurlendska samstarvsnevndin svarar fyri, at almenna politiska samstarvið verður samskipað. Umhvørvisstovan er við í fleiri arbeiðsbólkum serkønum nevndum í Norðurlendska ráðharraráðnum, m.a. burturkastbólkinum (NAG) og í arbeiðsbólkinum fyri burðardyggari nýtslu og framleiðslu (HKP). Smásamfelagsbólkurin undir HKP, tók stig til at gera undirvísingartilfarið, sum eisini er týtt til flestu norðurlendsku málini.
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo