Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Landsrætturin staðfestir dóm um markatalsmarkið millum Vestmanna og Kvívík

Dómurin, sum Føroya Rættur segði, 11. mai 2009 varð í morgun staðfestur í Eystara Landsrætti

Umhvørvisstovan, ið er matrikulmyndugleiki, avgjørdi 3. okt. 2008 við marknasetingarmálið, hvar markið millum bygdirnar Vestmanna og Kvívík er inni á Fjørð, og – nú uppfylt er – eisini út á fjørðin.
Vestmanna kommuna kærdi hesa avgerð hjá matrikulmyndugleikanum, við páhaldi um, at markið var skeivt, og at matrikulmyndugleikin einki hevur at gera úti á sjónum.

Føroya Rættur staðfesti í dómi 11. mai 2009 avgerðina hjá Umhvørvisstovuni. Lesið um dómin her.

Eisini henda avgerð varð kærd, men í morgun staðfesti so Eystri Landsrættur dómin í Føroya Rætti og Umhvørvisstovan fær fult viðhald.

Rætturin staðfestir, at Umhvørvistovan skal gera og halda fullfíggjaða skráseting av øllum eigindómum í landinum innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum.

Rætturin staðfestir víðari, at markatalsmarkið er týðandi lutur í skrásetingin, og at tað tí er í lagi, at marknasetingarmál er framt til tess at staðfesta hetta. Og rætturin heldur onga orsøk vera til at halda, at settu markini ikki eru sakliga grundaði.

Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.