Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Landsfólkayvirlitið nýggja KT-skipan

Elektron hevur ment eina nýggja KT skipan til Landsfólkayvirlitið, og sum var tikin í nýtslu í apríl mánaða

Tann upprunaliga Landsfólkaskipanin, sum nú verður útskift, varð ment í 1982 av Elektron.

Nýggja KT skipanin er ein nýmótans skipan, ið byggir á nýggjastu tøkni. Nýggja skipanin lýkur tey krøv, ið verða sett til eina tílíka KT skipan, bæði tá umræður brúkaranýtslu, og ikki minnst, at aðrar KT skipanir kunnu samskifta beinleiðis við hana.

Havandi í huga, at Landsfólkayvirlitið inniheldur upplýsingar, ið flest allir almennir stovnar hava tørv á, vil hetta fáa stóran týdning í samband við at effektiviseringar, tá aðrar KT skipanir nú fáa møguleika at samskifta beinleiðis við nýggju skipanina.

Tá verkætlanin var sett í gongd í byrjanini av 2010, var mett, at skipanin kundi takast í nýtslu um mánaðarskifti mars/apríl 2011, so ikki kann sigast annað, enn at metingin hevur hildið.

Kurt Madsen, verkætlanarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur:
Endamálið við at menna eina nýggja KT skipan er, at gera samskiftið við almennar og privatar stovnar skjótari, einfaldari og bíligari. Harumframt er endamálið at gera umsitingina/skrásetingina meira smidliga, og hækka datugóðskuna, soleiðis at upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum til eina og hvørja tíð eru rættar og eftirfarandi. Her kann m.a. nevnast, at í nýggju KT skipanini eru bústaðarupplýsingarnar knýttar at Landsadressuskránni, soleiðis at allir persónar í Landsfólkayvirlitinum hava eina eintýðuga adressu.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo