Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Landsfólkayvirlitið fyllir 60

Byrjað varð í 1949 at savnað grundleggjandi persónsupplýsingar um allar borgarar í Føroyum

Endamálið við Landsfólkayvirlitinum er at allir persónar fáa eitt persónstal og verða skrásettir, har teir búgva. Somuleiðis goymir Landsfólkayvirlitið grundleggjandi upplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt persónstal, og kunnu upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt latast øðrum almennum myndugleikum ella privatum, sum hava ein heimilaðan áhuga í hesum.

Í 2006 vórðu m. a. Landsfólkayvirlitið, Matrikulstovan og Tinglýsingin løgd saman í Umhvørvisstovuna. Samanleggingin ger tað munandi lættari at savnað skipanir, skráir og dátur hjá fyrrnevndu stovnum við at nýta samkoyringar og felagslyklar v.m. Henda tilgongd vil veita borgarum og viðskiftabólkum eina munadyggari tænastu.
Í 2007 kom nýggj lóg um landsfólkayvirlit og í hesum sambandi er neyðugt at menna eina nýggja landsfólkayvirlitsskipan sum liva upp til ásetingarnar í nýggju lógini. Nýggja skipanin hevur verið í útboð og sæð verður fram ímóti at henda skipan verður sett í verk.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo