Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Lærdu at røkta og reinsa svimjihyljar

Í seinastu viku var høvi at læra, hvussu ein innrættar og røktar svimjihyljar. Umhvørvisstovan skipaði saman við Teknologisk Institut í Danmark fyri skeiði í svimjihylstøkni. Endamálið var at útbúgva tey, ið hava ábyrgd av svimjihyljum, í hvussu svimjihyljar og -hallir eiga at verða innrættað, røktað og viðlíkahildin, so góðskan á svimjihylsvatninum altíð er nøktandi fyri heilsuna hjá teimum, sum svimja. Skeiðið varð hildið á Hotel Hafnia í Havn.

Á skeiðnum kom millum annað fram, at størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum eru svimjandi gestir. Tá vit svimja, fara hár, feitt, bakteriur, virus, land og annað frá okkum út í vatnið og ávirkar vatngóðskuna. Við at vaska sær væl áðrenn farið verið at svimja, ber tó til at avmarka dálkingina frá tí einstaka gestinum munandi. Tí er sera umráðandi, at vit øll vaska øllum væl, áðrenn vit leypa í hylin.

Vatnið í svimjihyljum verður reinsað í kjallaranum í svimjihøllini, har eitt nú kol- og sandfiltur reinsa vatnið mekaniskt. Harafturat verða kemisk evni, sum skulu varðveita vatngóðskuna, so sum klor, tilsett. Tað er av alstórum týdningi, at øll stigini í reinsingini verða útførd rætt, og tí er tað sera umráðandi, at ábyrgdarfólk í svimjihallum hava neyðugan og dagførdan kunnleika til at viðgera og reinsa vatnið.

Næstan allir svimjihyljar í landinum vóru umboðaðir á skeiðnum, og fegnast Umhvørvisstovan um góðu luttøkuna.

Nærri fæst at vita við at ringja til Súsannu Poulsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo