Kvinnurenning í náttúruni
Viðarlundin í Hoydølum og gøtuskipanin á frílendisøkinum av Boðanesi í Hoydalar verða karmur um Kvinnurenningina 2010
Viðarlundin í Hoydølum og gøtuskipanin á frílendisøkinum av Boðanesi í Hoydalar verða karmur um Kvinnurenningina 2010.
Kvinnurenningin verður leygardagin 5. juni 2010 millum kl. 16 – 17. Í hesum sambandi verða onnur vitjandi biðin um at vísa neyðugt fyrilit fyri teimum luttakandi og somuleiðis mugu tey eisini akta leiðbeiningina frá vaktunum á staðnum.
Á stóru myndini sæst rutan tá súkklukapping varð hildin í 2009.
Ábyrgd av tiltakinum hevur Bragdið v/Sunnivu Bjarnastein, tlf 794704
Eru spurningar ella onnur ivamál, vinarliga vendið tykkum til røktarleiðaran í Viðarlundini Martin Petersen, tlf. 210944