Kunning um forboð ímóti innflutningi av skipum við ozonoyðandi evnum
Umhvørvisstovan minnir í hesum døgum reiðarafeløg og onnur á kunngerðina um ozonoyðandi evni, ið setur forboð ímóti innflutningi av skipum, sum hava ozonoyðandi evni umborð, her undir kølievnið R-22 og eldsløkkingarevnið halón.
Fyri at verja umhvørvið móti skaðiligu árinunum av ozonoyðandi evnum, er forboð sett fyri innflutningi av t.d. skipum, sum hava skipanir við ozonoyðandi evnum. Kunngerðin byggir á eina altjóða avtalu um at steðga nýtslu av ozonoyðandi evnum, ið er ásett í Montreal protokollini, sum Føroyar hava tikið undir við.
Tað er tí umráðandi, at reiðarar, sum ætla at innflyta skip til Føroya, tryggja sær, at hesi skip ikki hava útbúnað umborð, sum inniheldur ozonoyðandi evni.
Møguleiki er tó í heilt serligum førum innflyta skip við køliskipanum, sum innihalda ozonoyðandi evni, men tá verða serligar treytir settar í hvørjum einstøkum føri.
Kunngerðin um ozonoyðandi evni, sum kom í gildið 16. des. 2010, er at finna her: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2010/0000118.htm
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo