Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kunngerð um plattar í hoyring

Ein nýggj kunngerð um góðkenning av virkjum, ið framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði verður í hesum døgum send til almenna hoyring.

Kunngerðin kemur í staðin fyri kunngerð nr. 55 frá 2. september 2004 um góðkenning av virkjum, sum framleiða pakning úr viði og tílíkum.
Innihaldsliga er nýggja kunngerðin einfaldari við tað, at ongar beinleiðis treytir til framleiðsluna eru ásettar í kunngerðini. Í staðin er ásett, at treytirnar verða ásettar í góðkenningini, sum Umhvørvisstovan eftir umsókn letur virkjunum.
Treytirnar skulu m.a. vera samsvarandi International Plant Protection Convention (IPPC) og Regulation of Wood Packaging Material in International Trade (ISPM No.15).
Fyrimunurin við, at treytirnar verða ásettar í góðkenningini heldur enn í kunngerð er, at um altjóða reglurnar (ISPM 15) verða broyttar, verða treytirnar í góðkenningini broyttar heldur enn í kunngerðini.
Viðmerkingar til uppskotini skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. apríl 2013, og kunnu sendast til Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella sendast sum t-postur til us@us.fo.
Les her uppskotið til nýggja kunngerð um góðkenning av virkjum, ið framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði.
  

Vil tú vita meira ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo