Kunngerð um bunkring lýst
Í dag 9. juli 2010 er kunngerð um bunkring lýst í kunngerðarblaðnum, og kemur kunngerðin í gildi leygardagin 10. juli 2010
Kunngerðin setur rættiliga nágreiniligar treytir fyri, hvussu farast skal fram tá skip taka olju. Treytir eru m.a. um, at ljósviðurskiftini skulu vera góð tá bunkrað verður, at veitari og móttakari hava ábyrgdarfólk á staðnum undir allari bunkringini, at op, haðani olja kann renna á sjógv eru lokað og at viðkomandi tangar eru peilaðir.
Áðrenn farið verður undir bunkring, skulu ábyrgdarfólkini fyri veitara og móttakara hava ein trygdarfund, har avtalað verður hvussu farast skal fram, og eftirlitsskjal verður útfylt, váttað og avrit latið havnarmyndugleikanum, sum hevur eftirlit við, at treytirnar verða hildnar. Í minsta lagi tveir tímar áðrenn bunkrað verður, skal móttakarin av olju boða avvarðandi havnarmyndugleika frá, m.a. hvar bunkringin fer fram, hvussu nógv og hvat slag av olju tað snýr seg um. Er talan um at bunkra tungolju, er krav um, at flotsperringar eru lagdar kring móttakandi skipið. Hetta krav kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2011.
Kunngerðin er eitt týðandi amboð at fyribyrgja teimum alt ov mongu oljudálkingunum, sum eru í føroyskum havnum. Stórur partur av oljudálkingunum stava frá, at olja flýtur yvir í sambandi við bunkring, sum í flestu førum mugu metast at henda vegna ósketni. Tær mongu oljudálkingarnar benda á eina alt ov stóra líkasælu millum teirra, sum fáast við ella hava ábyrgd av slíkum arbeiði. Vónandi fer kunngerðin at gera, at bæði veitari og móttakari fáa betri mannagongdir at fyribyrgja oljudálkingum.
Kunngerðin um bunkring kann lesast her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo