Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kunngerð send til hoyringar

Umhvørvisstovan hevur sent uppskot til kunngerð um skráseting av upplýsingum um brennievni, sterk veðurlagsgass og ozonoyðandi evni til hoyringar. Freistin at koma við viðmerkingum er 4. oktober 2010

Endamálið við kunngerðini er at fáa til vega upplýsingar um innflutning og nýtslu av brennievni, sterkum veðurlagsgassi og ozonoyðandi evnum.

Sambært uppskotinum skulu fyritøkur, sum innflyta og selja hesi evni, senda Umhvørvisstovuni upplýsingarnar í minsta lagi einaferð um árið.

Betri hagtøl
Upplýsingarnar verða  síðani grundarlag undir hagtølum um útlát av veðurlagsgassi og ozonoyðandi evnum, sum Umhvørvisstovan regluliga ger upp.

Hagtølini eru eitt týdningarmikið amboð hjá myndugleikum og øðrum, sum m.a. kunnu brúkast til at fylgja gongdini í nýtslu og útláti av evnunum. Harafturat eru hagtølini neyðug til tess at kunna meta um hvørt tiltøk, sum verða sett í verk at minka útlátið av veðurlagsgassi og ozonoyðandi evnum, virka eftir ætlan.

Altjóða sáttmálar galdandi fyri Føroyar
Føroyar eru fevndar av ST Veðurlagssáttmálanum og Montreal protokollini, sum m.a. siga at, hagtøl skulu gerast á hvørjum ári og fráboðast til ávikavist IPCC og UNEP, sum eru stovnar undir ST.

Tað er í samráð við Innlendismálaráðið at Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið til kunngerð. Tú kanst lesa uppskotið, sum er sent til hoyringar, við at trýsta her. Viðmerkingar til uppskotið kunnu sendast til Umhvørvisstovuna í seinasta lagi 4. oktober 2010.

 

GEVIÐ GÆTUR: Eitt broytt uppskot liggur her. Talan er um eina broyting í grein 2, stk. 3.

 

Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon  342400, ella t-post johannao@us.fo