Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðkent
Kryvjivirkið hjá P/F Bakkafrost Processing í Vági hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Virkið tekur ímóti aldum laksi frá brunnbátum. Laksurin verður kruvdur og ísaður á virkinum. Slógvið verður gjørt til súrløgu og sent til móttakara, sum hevur góðkenning at taka ímóti hesum.
Í málsviðgerðini er dentur lagdur á at seta treytir um at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, royki, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum og ásettu treytirnar eru grundaðar á, at virkið í mesta lagi kann taka ímóti umleið 300 tonsum av rávøru um dagin
- Góðkenningina finnur tú her
- Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo