Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Koyr ikki á Vestfallið

Nýggjur faldari skal minna útlendsk skip á at halda havið reint

Havið skal verjast
Ofta verður sagt, at havið kring Føroyar er heimsins reinasta. Tað kann vera, at so er, men samstundis vita vit, at bæði burturkast, olja og annað dálkandi verður koyrt í havið, eisini her á okkara leið. Tað verður gjørt bæði frá landi og frá skipum. Neyðugt er tí at fyribyrgja og avmarka, at burturkast og annað dálkandi verður koyrt í havið.

Havumhvørvisvernd ein felags uppgáva
Av tí, at eisini nógv útlendsk skip eru við Føroyar, hava vit hildið, at neyðugt eisini er at minna hesi skip á, at burturkast, olja o.a. ikki skal koyrast á sjógv, og at havið ikki skal nýtast sum køstur. Tí hava vit nú gjørt ein faldara á enskum og russiskum.
Í faldaranum er stutt kunning um tað skaðiliga við, at burturkast, olja o.a. verður koyrt í havið. Eisini er yvirlit yvir galdandi lóggávu á økinum, viðkomandi telefonnummur, teldupostbústaðir o.a.
Faldarin er nýliga sendur til umboð fyri útlendsk skip, sum koma til Føroya, umframt havnarskrivstovur og onnur.

Føroyski faldarin kom í 2006
Fyrsti faldarin um burturkast frá skipum, nevndur Koyr ikki á Vestfallið, varð gjørdur í 2006. Eisini varð sjónvarpslýsing gjørd við sama heiti. Lýsingin verður enn av og á send í kvf undir táttinum Gevið gætur.
Faldarin, bæði tann á føroyskum og hesir á enskum og russiskum eru gjørdir við stuðli frá Innlendismálaráðnum av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.

Ynskir tú at fáa faldarar, antin á føroyskum, enskum ella russiskum, so ring ella skriva til US

Faldarar í pdf- sniðið
Eisini ber til at taka faldarnar niður í pdf sniðið her:
Føroyskur faldari
Enskur faldari
Russiskur faldari

Les meira her um burturkast frá skipum ella hygg at sjónvarpslýsing

Vilt tú vita meira um faldararnar so ring til Suna Petersen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 / 232443, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.