
Umhvørvisstovan umsitur almennu bygningsskránna í samstarvi við kommunurnar.
Bygningskort
Bygningar og kort á netinum
Bygningar kunnu síggjast á internetinum á https://kort.foroyakort.fo/kort/. Vel laglistan (1), set flugubein fyri Bygningar (2). So ber til at trýsta á ein bygning (3) fyri at síggja skrásettu upplýsingarnar um bygningin.

Á kortinum síggjast býli við reyðum og virksemisbygningar við bláum.
Bygningstænastur
Við GIS forritum ber til at fáa dagførdar bygningar við at knýta til hesa bygningstænastu (ArcGIS MapService ella WMS tænastu):
https://www.foroyakort.fo/vevt%C3%A6nastur/
Bygningskort í DWG OG FGDB
Bygningskort í DWG og FGDB verða dagførd dagliga og kunnu takast niður her:
https://www.foroyakort.fo/tak-datur-nidur/tak-nidur-strikukort/
Bygningshagtøl
Bygningshagtøl kunnu síggjast á hesi síðuni.

Her ber til at síggja hagtøl um bygningar. Her síggjast tal av bygningum ella bygningseindum í øllum landinum ella í ávísari bygd. Eisini ber til at síggja tal av bygningum eftir høvuðsendamáli, tvs. býli ella virksemi, bygningsslagi, tvs. stak-, tví-, rað- ella íbúðarbygningar. Somuleiðis ber til at velja eitt ella fleiri byggiár.
Lóg, kunngerð og vegleiðingar
Sambært byggilógini (§7) er heimilað landsstýrismanninum í kunngerð at upprætta eina bygningsskrá, sum skal vera atkomulig hjá almenninginum.
Uppskot til kunngerð um bygningsskrá hevur verið til hoyringar, men er enn ikki kunngjørd.
Bygningsskráin verður umsitin av Umhvørvisstovuni (bygningskunngerðin §2).
Skráseting av bygningum og bygningseindum
Kommunur skráseta sjálvar upplýsingar um bygningar og bygningseindir. Hvussu hetta skal gerast, verður her greitt frá. Fyri at skráseta krevst brúkaranavn og loyniorð.