Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Klortapping góðkend

Umhvørvisstovan hevur hin 20. oktober 2009 umhvørvisgóðkent skipan til tapping av klori hjá P/F Vest Pack í Vestmanna

Virksemið fevnir um at tappa klor (hypoklorit) úr 20-30 m3 tangum í minni tangar og dunkar, sum verða latin brúkarunum, sum serliga eru alarar.

Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja dálking og ampum vegna óhapp, lekar o.a.

Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudagin 18. november 2009.

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.