Kempurnar fullu
Nøkur av teimum elstu, hægstu og prúðastu trøunum í Føroyum fullu í ódnunum í januar og februar í ár
Illveðrið í vetur fór illa við viðarlundunum og mongum gørðum. Ódnarveðrið beindi fyri einum 100 trøum til samans í januar og februar. Meinast raktar vórðu viðarlundinar á Selatrað og í Havn. Nakrar av teimum størstu og elstu kempunum fullu. Okkurt træið var um 20 metrar høgt og umleið trífjórðings metur. Í føroyskum høpi vóru hetta gomul trø. Tey vórðu gróðursett í tjúgu- og tríatiárunum. Men ódnirnar feldu eisini mong trø, ið vórðu sett niður í sjeyti- og áttatiárunum.
Viðurin verður nýttur
Viðarbularnir verða fluttir á Gróðurstøðina í Hoydølum. Har verða teir skornir á sagulaðnum. Líkt er til at fólk vilja hava fatur á føroyskum viði til serlig endamál. Nakrir bular og kubbar verða eisini goymdir til serlig høvi.
Og fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu hava fingið tær stóru krúnurnar til klatritrø hjá børnunum. Eitt gott klatritræ skal hava stóra krúnu við sterkum greinum.
Stór goymsla av høggspønum
Høggspønir eru sera góðar at brúka til jarðarábót til blómubeð og tílíkt. Tær eru eisini góðar sum stroyggj til sankutøð. Ódnarveðrið í januar og februar savnaði størri goymslu av høggspønum í ár enn annars.
Fleiri upplýsingar eru at fáa við at venda sær til Umhvørvisstovuna, deildina Viðarvøkstur og frílendi.