Kemikaliufundir í Føroyum
Norðurlendski kemikaliubólkurin undir Norðurlandaráðnum hevur í hesum døgum fundarrøð á Umhvørvisstovuni
Umhvørvisstovan er vertur fyri Norðurlendska kemikaliubólkinum har luttakarar úr flestu norðanlondum eru við.
Norðurlendski kemikaliubólkurin hevur til endamáls at fremja ein kemikaliupolitik, ið raðfestur burðardygga menning grundaða á eitt høgt heilsu- og umhvørvisstøði fyri núverandi og komandi ættarlið.
Lesið meira um kemikaliubólkin her.
Fundarrøðin byrjaði týsdagin og endar í dag.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo