Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kapping: ársins grøni stovnur 2010

Umhvørvisátakið fer í ár millum annað at snúgva seg um grønar stovnar.

Dentur verður lagdur á, hvat stovnar gera, fyri at minka um orkunýtsluna, burturkastnøgdir og kemikaliinýtslu.  Eisini verður fokuserað á, hvat verður gjørt fyri at motivera starvsfólk og brúkarar á stovnunum at luttaka í átakinum.

Allir stovnar, bæði kommunalir, almennir og privatir, kunnu luttaka í kappingargreinini Ársins grøni stovnur, og fer dómsnevndin at leggja dent á fylgjandi atlit:

•  Rakstur og átøk
Dentur verður lagdur á átøk, sum minka um orkunýtsluna, brúkið av dálkandi evnum, mongdina av burturkasti og átøk, sum menna endurnýtslu ella endurvinning á stovninum.

• Motivatión av starvsfólki og brúkarum

Dentur verður lagdur á, hvat er gjørt fyri at eggja starvsfólki og brúkarum til at kenna ábyrgd av og luttaka í grønu átøkunum.

• Ætlanir og samstarv

Dentur verður lagdur á, hvørt stovnurin hevur ítøkiligar ætlanir á grøna økinum og í hvønn mun hesar eru fylgdar. Skipað samstarv við játtanarmyndugleikan, kommunu ella land, um fíggjarliga partin av grønu átøkunum, telur eisini jaligt.

Freistin at melda stovnar til “Ársins grøni stovnur” er í mai 2010; nærri verður kunnað um hetta seinni.

Umhvørvisátakið 2010 umfatar tríggjar kappingargreinar og eru hesar:

• Best røkta bygd, býur ella býlingur
• Best røkta bygda- ella varðagøta
• Ársins grøni stovnur

Harumframt verður virðisløn latin fyri “Besta átak” innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfeløgum og/ella burðardygga ferðavinnu.

Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum verður skipað í samstarvi millum Agenda 21 stovuna, Visit Faroe Islands, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Umhvørvisstovuna. Tað er Innlendismálaráðið sum fíggjar tiltakið.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost www.us.fo