Kanning av hond gps’ara
Um tú hevur ein hond GPS'ara og tú hevur hug at kanna neyvleikan, kanst tú fara til eitt fixpunkt antin á Tinganesi, á Drelnesi, í Klaksvík ella í Miðvági og avlesa hvat GPS'arin vísir. Úrslitið kann so sammetast við teir røttu GPS koordinatarnar fyri at kanna um møgiligt frávik er á GPS'arinum .