Kanjon umhvørvisgóðkend
Betongblandistøðin hjá Sp/F Kanjon í Klaksvík er nú umhvørvisgóðkend
Virksemið hjá Kanjon fevnir um blanding og útkoyring av betong, goymslu av sementi, sandi og skervi, vasking av betongbilum og goymslu av rávørum.
Undir viðgerðini varð serligur dentur lagdur á, at útleiðing av dusti og spillivatni verða hildin innanfyri tey mørk, ið eru mett at vera umhvørvisliga trygg, eins og at serligar treytir eru settar til rávørugoymsluna.
Eisini varð dentur lagdur á, at betongevja verður avvatnað og latin góðkendum móttakara og at betongburturkast í mest møguligan mun verður endurnýtt.
Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 25. desember 2009.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo