Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Jørðin við Norðskála verður løgd saman

Á fundi 6. juni varð útskiftingarætlan fyri jørðina við Norðskála løgd fyri eigararnar

Talan er um rættiliga umfatandi umskipan av jørðini í bygdini við tí endamáli at lætta um driftina – at gera tað lagaligari at røkja jørðina.

Í útskiftingarætlanini, sum varð løgd fyri eigararnar henda dagin, er roynt at savna jørðina í størri eindir. Eigararnir  hava hetta, sum eftir er av juni mánaði, at viðgera útskiftingarætlanina og senda nevndini viðmerkingar.

Ognartøka av lendi, sum í hesum føri mest fer til veg, varð somuleiðis løgd fram á fundinum, og so varð eisini garðahaldið umrøtt.

Kort og eigaralistar liggja frammi á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Útskiftingarskjølini síggjast eisini her.

Viðmerkingarnar til útskiftingarnevndina skulu vera skrivligar og sendast:

Útskiftingarnevndini fyri Norðskála
Umhvørvisstovan
Postboks 1048
165 Argir 

 

Á myndini niðanfyri sæst útskiftingarætlanin í reyðum og ætlaðu ognartøkurnar í sandfarvu.


 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen, útskiftingarformanni (peturn@us.fo)