Jørðin á Strondum er umskipað
Mikukvøldið 30. mars 2016 varð innangarðsútskiftingin av Stranda bygd endað, og endaligi útskiftingarplanurin lagdur fram í bygdarhúsinum á Strondum.
Hondbóltsliðið STÍF hevði samstundis heimadyst í bestu hondbóltsdeildini, men tað ljóðaði, at tað var tunnligt á áskoðarabeinkjunum í høllini á Skála. Strandingar vóru á útskiftingarfundi í Biohøllini á Strondum, sum var stúgvandi full av fólki.
Talan er eisini um álvarsamt og kollveltandi mál. Jørðin í bygdini er býtt av nýggjum, og tað nýggja býtið verður sett í gildi seint í heyst, um ikki úrskurðurin hjá útskiftingarnevndini verður kærdur til yvirútskiftingar.
Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, sum byrjaði, tá strandingar í 2004 løgdu krav fram á grannastevnu um umskipan av jørðini eftir útskiftingarlógini. Kravið varð samtykt, og í 2006 fór ein útskiftingarnevnd undir at fyrireika útskiftingina. Tá varð bøurin virðismettur, men so kom steðgur í, og arbeiðið varð ikki tikið upp aftur fyrr enn 6 ár seinni. Síðani hevur verið arbeitt áhaldandi við málinum, og planirnir eru í fleiri umførum lagdir fram á fundum í bygdini.
Stranda bygd er víð um at fara. Bygdin er spjødd, og jørðin smábýtt. Nógv lendi er í síni tíð lagt inn úr haga og býtt sundur til allan eigindómin. Bygdarmyndin er eisini merkt av, at rættiliga stórt vegøki í nýggjari tíð er lagt gjøgnum bygdina – frá kirkjugarðinum við Sjógv og út á Lághálsar.
Útskiftingarnevndin avgjørdi í stóran mun at halda grundstykki og gerði uttanfyri býtið. Harafturat hevur kommunan ognartikið rættiliga fitt av lendi í sambandi við útskiftingina, sum tí heldur ikki hevur verið við í býtinum. Í útskiftu pørtunum av bygdini – tað gráa á kortinum niðanfyri – eru nú 1978 jarðarlutir við eini miðalvídd á 640 m2. Eftir útskiftingarplaninum verða teir framyvir 390 í tali, og miðalvíddin 3.220 m2. Talið av lutum pr. matr.nr. fer í fleiri førum úr 10-tals niður í heilt fáar (1-4).
Útskiftingarnevndin gjørdi endaligan úrskurð á fundinum á Strondum mikukvøldið, og útskiftingin við tilhoyrandi skjølum er latin til ákæru. Kærumyndugleiki er ein yvirútskiftingarnevnd við sorinskrivaranum á odda. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 30. mars 2016.
Kort, eigararlistar, gerðabók vm. liggja frammi á Umhvørvisstovuni og á kommunuskrivstovuni á Strondum, og tey eru somuleiðis tøk á netinum á her.