Jóansøkubál
Nú Jóansøkan nærkast, skal Umhvørvisstovan gera vart við, at tað bara er loyvt at brenna reint timbur o.t. á jóansøkubálinum. Eisini fara vit at heita á kommunurnar um at hava eftirlit við, at dálkandi burturkast ikki verður brent.
![](https://www.us.fo/wp-content/uploads/2023/06/nyggjarsbal.jpg)
Tað er vorðið alt meira vanligt at brenna bál á Jóansøku. Nú jóansøkan nærkast, er tí vert at hugsa um, hvat vit eiga at gera fyri at forða fyri, at bálini elva til dálking ella ampar fyri fólk.
Tað er umráðandi at hava í huga, at tað bara er loyvt at brenna óviðgjørt timbur, greinar, papp o.t. á báli. Tað er bannað at brenna burturkast, so sum plast, bildekk o.a., sum kann geva nógvan og eitrandi royk.
Umhvørvisstovan mælir frá, at kommunur o.o. heita á fólk um at koma við ymiskum til bálið. Tí tá er stórur møguleiki fyri, at ymiskt, sum ikki eigur at verða brent, endar á bálinum.
Kommunan skal geva loyvi til at brenna bál, og kommunan hevur eisini eftirlit við bálunum, og hevur skyldu til at ansa eftir, at tað bara er reint timbur o.t., sum verður brent.
Umhvørvisstovan skal við hesum heita á allar kommunur um at hava eftirlit við bálunum og gera teimum, sum søkja um loyvi púra greitt, hvat loyvt er at brenna.
Les vegleiðingina um at brenna bál
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo