J & K Betong endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning
Virkið hevur í fleiri ár blandað betong og virksemið sum er umhvørvisgóðkent fevnir um betongblandistøðina

Undir viðgerðini av góðkenningini varð serligur dentur lagdur á, at útleiðingin av sementdusti og spillivatni verður hildin innanfyri tey mørk, ið eru mett at vera umhvørvisliga trygg. Eisini er dentur lagdur á, at betongburturkast í mest møguligan mun verður endurnýtt.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum, sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Lenu Ziskason, tlf. 342441, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.