Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Íslendska skógrøktin vitjar Umhvørvisstovuna

Skógræktarfélag Íslands vitjar í Føroyum 30. august til og við 3. september

Mánadagin 30. aug. koma 33 limir úr íslendska felagsskapinum Skógræktarfélag Íslands á vitjan í Føroyum. Skógræktarfélag Íslands er landsfelagsskapur fyri tey mongu lokalu skógræktarfeløgini, ið finnast kring Ísland. Íalt umboðar landsfelagið uml. 7.500 limir. Landsfelagið roynir á hvørjum ári at bjóða limum sínum at kunna taka lut í eini fakligari uttanlandsferð, og hava teir havt ferðir til mong ymisk støð í heiminum. Mangan hevur verið umrøtt at gera ferð til Føroya, ið nú er komin í lag. Í ferðalagnum eru fólk, ið hava tað til felags, at eitt av teirra stóru áhugamálum er at fáast við gróðurseting av trøum og runnum v.m., og at arbeiða fyri skógrøktarsakini í Íslandi.  Fyrst og fremst er talan um leikfólk, men yrkislærd eru eisini við, og nøkulunda javnbýtt er millum kynini.

Á Føroyaferðini, har Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, verður ferðaleiðari, verður vitjað í Norðoyggjum og Eysturoynni týsdagin, í Suðuroy mikudagin og í Havn og Suðurstreymoy hósdagin. Fríggjadagin fer ferðalagið aftur til Íslands, men eini  10 av fólkunum hava valt at halda drúgt vikuskifti í Føroyum. Á skránni fyri vitjanina verður fyrst og fremst vitjað í ymsu viðarlundunum, eins og vitjað verður í gomlum gørðum o.tíl., at síggja gróðurin har og at kunna seg um vakstrarlíkindini í Føroyum. Harumframt verður høvi at síggja nakað av øðrum náttúruupplivingum eins og av mentanartilboðum.
 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo