Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

IRF víðkaða umhvørvisgóðkenning

IRF góðkenning til at skilja metal úr øskuni, sum liggur tyrvd í Oyndarfirði.

 

Góðkenningin verður veitt sum eitt ískoyti til verandi umhvørvisgóðkenning av tyrvingarplássinum í Oyndarfirði.

Ilskan, sum kemur frá Brennistøðini hjá IRF í Leirvík, inniheldur metal. Við at skilja metal úr ilskuni, sum er tyrvd á tyrvingarplássinum í Oyndarfirði, væntar IRF at kunna leingja livitíðina hjá tyrvingarplássinum við eini fimm árum, umframt at metalið, sum verður skilt úr ilskuni, verður endurvunnið.

Aftaná skiljingina kann restin av tyrvingarplássinum brúkast sum vanligt. Økið har skilda ilskan kemur at liggja, verður fylt upp til somu hædd sum tann verandi hæddin, og tyrvingin kann avsluttast soleiðis at tað fellur natúrliga inn í lendið.

Tað væntast ikki at arbeiði við skiljingini hevur við sær nakra broyting av tyrvingarplássinum, sum kann ávirka innihaldið av dálkandi evnum í vætuni, sum setur frá.

Ilskan er væntandi so vát at ongir ampar verða av dusti. Nakað av óljóði fer at vera av arbeiðinum, sum tó ikki væntast fer at  hoyrast í bygdini Oyndarfirði.

Serligar treytir eru settar um eftirlit og kanningar av spillivatni meðan arbeiði fer fram, umframt at treyt er sett um, at verður komið fram á serliga dálkandi burturkast, so sum akkumulatorar, olju ella annað sum vanliga ikki verður tyrvt í dag, má tað ikki tyrvast aftur, men burturbeinast í hóskandi skipan.

Ískoytið til umhvørvisgóðkenningina kann lesast her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2010.

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo