IRF á Gjánoyri dagførda umhvørvisgóðkenning
Í sambandi við, at virksemið á umlastingarstøðini á Gjánoyri er munandi broytt síðani 2008, tá Umlastingarstøðin fekk umhvørvisgóðkenning, varð avgerð saman við IRF tikin um at dagføra umhvørvisgóðkenningina, soleiðis at hon er í tráð við núverandi nýtslu og rakstur.
Í grótbrotinum á Gjánoyri hevur IRF innrættað eina umlastingarstøð. Har verður ymiskt burturkast goymt, so sum jarn- og aðrir metallutir, burturkast, sum skal tyrvast, umframt pláss til størri lutir.
Í viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á at minka um dálkandi evnir, sum kunnu verða leidd á sjógv við spillivatninum og av dálkaðum omanávatni, ið kann koma út í umhvørvið. Hetta verður gjørt við, at krav er sett um, at burturkast einans skal goymast á økinum, ið er sett av til umlasting, og at alt vatn verður leitt gjøgnum hóskandi reinsiskipan áðrenn tað verður leitt út á sjógv.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 28. juni 2017.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo